17 prosent av makrelstovninum eru í føroyskum sjógvi

17 prosent av makrelstovninum eru í føroyskum sjógvi
Eitt føroyskt, eitt íslendskt og tvey norsk skip kannaðu makrel og sild í juli
17 prosent av makrelstovninum er í føroyskum sjógvi, vísa kanningar
 
29.08.2013 - 09:47

17 prosent av makrelstovninum, sum varð máldur í summar, eru í føroyskum sjógvi. Talan er um 17 prosent av 8,8 milliónum tonsum, hálv onnur millión tons. Stovnurin er nógv størri nú enn í fjør, tá hann var 5,1 milliónir tons.

Sambært FiskeribladetFiskaren eru 17 prosent í føroyskum sjógvi, samanborið við 15 prosent í fjør, 17 prosent í íslendskum sjógvi, har vóru 30 prosent í fjør, og í norskum sjógvi eru 45 prosent. Har vóru 40 prosent í fjør.

ES ikki við í kanningunum

Bara 3,7 prosent av makrelinum vóru í ES-sjógvi, men har var ikki farið so víða um, tí ES vil ikki vera við í kanningunum hjá hinum strandarlondunum.

Eitt føroyskt, eitt íslendskt og tvey norsk skip kannaðu makrel og sild í juli. ICES fer nú at viðgera niðurstøðurnar og gera tilmæli um, hvussu nógv er ráðiligt fiskifrøðiliga at fiska næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985