Gongur illa at manna starvið sum læknastjóri

Gongur illa at manna starvið sum læknastjóri
Starvið sum læknastjóri á Landssjúkrahúsnum varð lýst leyst av nýggjum, men framvegis er bert ein umsókn
 
12.09.2013 - 15:38

Tað gongur striltið at fáa fáa umsøkjarar til starvið sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Tíðliga í ár varð søkt eftir fólki at taka við eftir Tummas í Garði, sum hevur verið læknastjóri seinastu átta árini.

Landssjúkrahúsið fekk eina umsókn tá freistin var úti, og setanarnevndin, sum telur fimm fólk, avgjørdi at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum.

Men heldur ikki aðru ferð komu fleiri umsóknir - Landssjúkrahúsið fekk eina umsókn. Setanarbólkurin hevur gjørt tilmæli, og tað er latið landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsteni Hansen.

Eingin viðmerking

Turið Arge, aðalstjóri í heilsumálaráðnum hevði onga viðmerking í dag, tá hon varð spurd, um Landssjúkrahúsið fer at søkja av nýggjum. Hon sigur, at í næstu viku tekur landsstýrismaðurin støðu.

Tey, sum manna setanarabólkin, eru: Sigurð Ólason Vang, sjúkrahússtjóri og formaður í bólkinum, Naina Túgvustein, varastjóri á landssjúkrahúsinum, Elin Jensen, narkosulækni á brádeplinum á landssjúkrahúsinum, Heri Joensen, fulltrúi í heilsumálaráðnum og Edith Frederiksen, læknaskrivari og umboð fyri høvuðssamstarvsnevndina á landssjúkrahúsinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858