Nú byrjar »Spískamarið« aftur

Nú byrjar »Spískamarið« aftur
Hóskvøldið 3. oktober verður tann fyrsti parturin í eini nýggjari røð av matsendingunum sendur í sjónvarpinum
Nú byrjar matsendingin »Spískamarið« aftur. Á myndini eru teir fýra, (f.v.) Jónfinn Stenberg, Gutti Winther, Pætur M. Dahl og Kjartan Hansen, í Mykinesi eftir Súlu
 
26.09.2013 - 12:01

Saksun, Borðoy, Nólsoy, Elduvík, Sandoy og Koltur. Teir hava longu verið víða um í landinum og gjørt mat úr og í føroysku náttúruni - menninir, sum gera sjónvarpssendingina, »Spískamarið«.

Nú fara teir aftur á ferð. Arbeitt verður við seks nýggjum pørtum, har kokkurin, Gutti Winther, og manningin handan sendingina, fer at vísa tær sanna matgleði, sum er kjarnan í sendingunum.

Í fyrstu sendingini, sum kemur hóskvøldið 3. oktober, gongur leiðin til Skúvoyar, har farið verður eftir havhestaeggum og heintaðar verða urtir og grønmeti. Eggjakøka verður gjørd í Fagradali.

18 oyggjar - 18 matsendingar

Dreymurin hjá okkum er at gera 18 matsendingar, soleiðis at vit koma runt alt Føroyar og fara at gera mat í øllum teimum 18 oyggjunum, sigur framleiðarin, Pætur Marjunarson Dahl.

Fyri trimum vikum síðani var manningin í »Spískamarinum« í Mykinesi, og gjørdi upptøkur frá súluveiðuni. Í Mykinesi gjørdi manningin Súlu til døgverða saman við bygdarfólkum.

Sí eisini Myndarøð: Mykinesmenn taka Súlu

Meðan tú bíðar eftir teimum nýggju pørtunum, kanst tú njóta teir fyrstu seks partarnar í røðini á slóðini her, har tú eisini sært uppskriftir: Spískamarið - sí sendingarnar her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. februar
Morgunlestur týsdagur 3.februar 2026
203552
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561