Strandferðslan broytir aftur ferðaætlanina í sambandi við jóansøkuna

Strandferðslan broytir aftur ferðaætlanina í sambandi við jóansøkuna
Smyril fer Havnini leygarmorgunin til Vágs, og hann siglir av Vági til Havnar leygarkvøldið. Teistin ger eykatúr av Krambatanga mánamorgunin
Broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini hjá Smyrili leygardagin.
Mynd: Strandferðslan  
 
18.06.2026 - 15:42

Strandferðslan ger aftur tillagingar í ferðaætlanini hjá Smyrli í sambandi við jóansøkuna í Vági leygardagin.

Orsøkin er nógvii flutningurin av bæði kappróðrarfólki, kappróðrarbátum og øðrum gestum, sum skulu á jóansøku, og so heimaftur frá stevnuni. 

Tí verða fráferðirnar hjá Smyrli tillagaðar leygardagin, so at Smyril fer av Havnini klokkan 08:45 leygarmorgunin, og hann siglir á Vág.

Smyril kemur so aftur á Vág eftir kappróðrarfólk, bátum og stevnugestum, og siglir av Vági leygarkvøldið klokkan 21.15.

Strandferðslan boðar harumframt frá, at Teistin ger eykatúr av Krambatanga mánamorgunin klokkan 06.

Meiri kunning sæst at lesa á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523