Krevja føroysku kvotuna

Krevja føroysku kvotuna
Norska reiðarafelagið sigur, at skipini sum plagdu at fáa norsku kvotuna í føroyskum sjógvi, eiga at fáa kvotuna sum føroysk skip plagdu at fiska í norskum sjógvi
 
27.09.2013 - 09:51

Norska reiðarafelagið, Fiskebåt, vil hava toskin og hýsuna, sum føroyingar plagdu at fáa í norskum sjógvi.

Eingin fiskirættindasáttmáli hevur verið millum Føroyar og Norra í trý ár, tí semja er ikki um makrelin.

Og Fiskebåt vil ongan sáttmála hava næsta ár heldur, so leingi heldur eingin semja fæst um norðhavssildina.

Felagið mælir frá at samráðast við Føroyar um sáttmála fyri 2014.

Reiðararnir vilja, at skipini, sum plagdu at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi, fáa toskin og hýsuna, sum føroyingar plagdu at fáa frá Norra í Barentshavinum.

Skal sáttmáli kortini gerast við Føroyar, skal hann vera liðugur fyri nýggjár, tí annars fæst ikki full nytta burtur úr honum.

Í 2009 og 2010 kom sáttmálin við Føroyar ikki fyrr enn eftir nýggjár.

Tá fiskaðu norsku skipini bara ein triðing av longukvotunu og helvtina av brosmukvotuni, sigur Fiskebåt.

Føroyar hava heldur ongan fiskirættindasáttmála við ES longur.

Og landsstýrið hevur onga ætlan um at samráðast við Norra og ES um fiskirættindasáttmálar fyri 2014.

Men strandarlandasamráðingar vera um uppsjóvarfiskin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303