Lønarviðurskifti hjá politikarum í tinginum

Lønarviðurskifti hjá politikarum í tinginum
Rigmor Dam, løgtingskvinna, spyr løgmann um lønarviðurskiftini hjá løgtings- og landsstýrisfólkum
Rigmor Dam fer at spyrja løgmann um lønarviðurskiftini hjá politikarum, tá munnligir fyrispurningar verða í tinginum í morgin
 
08.10.2013 - 12:00

Lønarviðurskiftini hjá løgtings- og landsstýrisfólkum verða umrødd í tinginum í morgin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.

Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum fer at spyrja Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, hvat hann meinar við, tá løgmaður alment hevur boðað frá, at hóast hann sjálvur tekur undir við broytingum, so fær hann ikki meiriluta fyri broytingum í lønar- og eftirlønarviðurskiftunum og kostnaðarendurgjaldinum.

Hví hendir einki?

Rigmor Dam spyr eisini, hví eini hendir, hóast løgmaður hevur boðað frá broytingum. Og hon vil hava at vita, nær landsstýrið kemur við uppskoti um broytingar í lønarviðurskiftunum.

Lønarviðurskiftini hjá politikarunum verða ofta umrødd. Seinastu tíðina hevur serliga víst á, at landsstýrisfólk, sum tekur sæti á tingi, fær dupulta løn, so viðkomandi landsstýrisfólk fær landsstýrismannaløn í tríggjar ella seks mánaðir aftur at tingmannalønini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375