Halda seg vita hvussu Madeleine varð rænd

Halda seg vita hvussu Madeleine varð rænd
Scotland Yard er farin undir egnar kanningar, og leiðslan hevur sagt, at stór framstig eru gjørd
Madeleine hvarv í Portugal 3. maí í 2007
 
09.10.2013 - 15:06

Bretska løgreglan sigur seg ein av fyrstu døgunum at fara at almannakunngera eina mynd av einum manni, sum er undir illgruna fyri at hava rænt smágentuna, Madeleine McCann.

Tað upplýsir Sky News.

Í summar fekk Scotland Yard loyvi til at byrja sína egnu kanningar av hendingini, og herfyri kunngjørdi leiðarin, at stór framstig vóru gjørd.

Greið vitan

- Vit halda okkum nú hava eina greiða vitan um, hvussu Madeleine varð rænd, og eisini halda vit okkum vita, hvør rændi hana, sigur leiðarin, Andy Redwood, við norska blaðið Verdens Gang.

Tað eru seks ár síðani Madeleine hvarv, tá hon saman við foreldrunum helt summarfrí í Portugal. Scotland Yard hevur avhoyrt fleiri enn 400 fólk í málinum, bæði í Bretlandi og í øðrum londum, og tað tykist hava borið ávøkst, sigur kanningarleiðarin.

Madeleine hvarv í Portugal 3. maí í 2007.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985