Skjøl ikki nóg týdningarmikil at leggja fyri tingið

bannari
Skjøl ikki nóg týdningarmikil at leggja fyri tingið
Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, hevur latið løgmanni frágreiðing í tunnilsmálinum
Rúni Joensen, aðalstjóri í Innslendismálaráðnum
 
04.09.2013 - 15:03

Aðalstjórin í Innlendismálaráðnum heldur fast um, at viðmerkingarnar hjá trimum av deildarstjórunum í ráðnum um uppskotið um Eysturoyartunnilin, eru ikki nóg týdningarmiklar at leggja fyri løgtingið. Tað sæst í frágreiðingini, sum aðalstjórin, Rúni Joensen, í dag hevur latið løgmanni um tunnilsmálið.

Í nýggju frágreiðingini sigur aðalstjórin, at tað er ikki vanligt, at viðmerkingarnar frá deildunum eru partur av lógaruppskoti, sum verður lagt fyri løgtingið, tí tær eru skrivaðar við innanhýsis málsviðgerð fyri eygað.

Ikki partur av lógaruppskotinum

Hann sigur eisini, at nógvar av viðmerkingunum hjá deildarstjórunum eru viðmerkingar til greinir í galdandi lóg, sum ikki eru partur av lógaruppskotinum.

Svar upp á fleiri av hesum spurningunum kunnu teir finna í galdandi lóg um Skálafjarðartunnil. Og so eru spurningar og viðmerkingar til slíkt, sum verður mett at hoyra heima í einum sáttmála heldur enn eini lóg.

Og haraftrat spyrja deildarstjórarnir eisini eftir slíkum, sum kortini stendur í lógartekstinum ella viðmerkingunum í lógaruppskotinum, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329