Forsætisráðharrin í Libya latin leysur

Forsætisráðharrin í Libya latin leysur
Ein bólkur av fyrrverandi uppreistrarmonnum hevur átikið sær skyldina fyri at hava rænt Ali Zeidan, forsætisráðharra
 
11.10.2013 - 10:20

Forsætisráðharrin í Libya, Ali Zeidan, ákærir politisku mótstøðumenn sínar fyri at hava skipað fyri, at hann varð rændur í gjár.

- Tað er ein politiskur flokkur, ið vil gera alt fyri at koyra stjórnina frá, sigur Zeidan við fronsku sjónvarpsstøðina France24.

Vápnaðir menn tóku tíðliga gjáramorgunin forsætisráðharran á einum hotelli í høvuðsstaðnum, Tripoli. Zeidan varð hildin fangi í fleiri tímar, áðrenn hann varð latin leysur.

Lógloysi valdar enn

Hendingin er bert ein av mongum, sum benda á at lógloysi valdar í landinum, eftir at Muammar Gadaffi varð koyrdur frá í 2011, og síðani tikin av døgum. Forsætisráðharrin hevur enn ikki greitt almenninginum frá, hvat hendi í gjár. Tað fer hann at gera seinni, sigur hann. Ein bólkur av fyrverandi uppreistrarmonnum hevur átikið sær skyldina, skrivar AFP-tíðindastovan.

Ali Zeidan varð valdur til forsætisráðharra fyri einum ári síðani. Hann er fyrrverandi sendiharri hjá Gadaffi, men í 1980 vendi hann Gadaffi bakið, meðan hann var virkaði sum sendiharri í India. Síðani livdi hann í útlegd í umleið 30 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985