Eysturoyartunnilin: Stjórin á Landsverki vísir øllum ákærum aftur

bannari
Eysturoyartunnilin: Stjórin á Landsverki vísir øllum ákærum aftur
Ewald Kjølbro sigur, at Landsverk hevur einans gjørt tað, sum stovnurin er biðin um at gera í sambandi við tunnilin
 
17.10.2013 - 13:04

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, vísir aftur allar ákærur um, at stovnurin hevur arbeitt við sínari egnu politisku dagsskrá í málinum um Eysturoyartunnilin. Men stjórin vil ikki út í eitt alment kjak við frákoyra landsstýrismannin.

Ewald Kjølbro vil ikki gera samrøðu við útvarpið. Hann sigur, at stovnurin er ein fakstovnur og ikki ein politiskur stovnur, og Landsverk hevur einans gjørt tað, sum stovnurin er biðin um í hesum sambandi.

Lagt alt fram

- Vit hava lagt alt fram. Landsverk hevur ítøkiliga svarað tí, sum stovnurin er biðin um at svara.. Annað kunnu vit ikki gera, sigur Ewald Kjølbro. Hann vísir á, at málið í løtuni verður viðgjørt í landsstýrismálanevndini, og at Landsverk fer at lata nevndini allar upplýsingar, sum nevndin biður um.

Kári P. Højgaard er undir illgruna fyri at hava afturhildið upplýsingar frá Landsverki fyri løgtinginum. Sambært frákoyrda landsstýrismanninum mótarbeiddi Landsverk ætlanini. Kári P. Højgaard hevur fleiri ferðir alment sagt, at hann ikki metti at upplýsingarnar frá Landsverk kundu brúkast.

Skeiv fatan

Sambært fyrrverandi landsstýrismanninum eigur Landsverk ábyrgd fyri, at fólk hava fingið skeiva fatan av privatu verkætlanini.

- Tann fatan, sum stendur eftir sum sannleikin, er, at privata verkætlanin hevði kostað almennu Føroyum áleið 600 milliónir krónur í atknýttum verkætlanum, og gjørdist 1,9 til tríggjar milliardir dýrari, enn um hon varð framd alment, skrivar Kári P. Højgaard í frágreiðingini til landsstýrismálanevndina.

Politisk semja er ikki um nakran ávísan leist í løtuni. Landsstýrið hevur í fíggjarlógaruppskotinum biðið løgtingið játtað fimm milliónir kr. til kjarnuboringar í Skopunarfjørði og seks milliónir til kjarnuboringar í sambandi við Eysturoyartunnilin.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084