LUM viðger ikki klagur um tunnilsmálið

LUM viðger ikki klagur um tunnilsmálið
Orsøkin er, at løgtingið ikki er liðugt at viðgera tunnilsmálið, sigur Sólja í Ólavsstovu
 
01.11.2013 - 10:59

Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður, segði við Útvarpið í gjár, at hennara støða er ikki broytt.

Hon vil ikki viðgera klagurnar í løtuni, tí løgtingið er ikki liðugt við tunnilsmálið.

Tað kann ikki útilokast, at niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni kann ávirka viðgerðina hjá løgtinginum.

Tað kann henda, at avgerðin hjá umboðsmanninum fer at gera, at, sum hon sigur, "tað onga meining gevur hjá løgtinginum at halda fram at viðgera uppskotið."

Sólja í Ólavsstovu heldur tað ikki vera rætt, at hon setur embæti sítt ella løgtingið í eina slíka støðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723