Javnaðarfelagið í Sandoynni verður ikki tikið av

Javnaðarfelagið í Sandoynni verður ikki tikið av
Stendur tað til forkvinnuna, verður felagið als ikki tikið av. Enn er aðalfundur ikki ásettur
Tummas Frank Joensen, næstformaður, boðaði frá, at Javnaðarfelagið í Sandoynni verður tikið av, men forkvinnan sigur, at tað hevur hon ongar ætlanir um, tvørturímóti
 
05.11.2013 - 10:36

Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag verður ikki tikið av nú, og stendur tað til forkvinnu felagsins, Gudny Hentze, verður felagið als ikki tikið av.

Í farnu viku hótti næstformaðurin, Tummas Frank Joensen, við at avtaka felagið, varð Gerhard Lognberg tveittur úr Javnaðarflokkinum. Leygardagin samtykti floksleiðslan í Javnaðarflokkinum at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum, men einki uppskot um at avtaka lokalfelagið í Sandoynni er lagt fyri nevndina, sigur forkvinnan í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag, við Dag&Viku.

Stendur við hóttanina

Tummas Frank Joensen, næstformaður í felagnum átti hóttanina, og hann sigur við Dag&viku, at hann stendur við hana enn. Nevndin hevur ikki avgjørt, nær næsti aðalfundurin verður.

Í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag eru færri enn 100 limir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375