Andstøðan viðger veljarakanningina í kjaksending

Andstøðan viðger veljarakanningina í kjaksending
Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen og Poul Michelsen vera í sjónvarpskjakinum eftir Dag og Viku í kvøld
 
26.11.2013 - 11:41

Veljarakanningin, ið Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, gevur andstøðuflokkunum Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn meiriluta í Løgtinginum. Men fyri tað er ikki vist, at teir fara saman í samgongu, um eitt løgtingsval skuldi givið sama úrslit sum kanningin.

Tí í Føroyum eru vit ikki von við blokkpolitikk og maktskifti, har samgonguflokkarnir fara í andstøðu, um andstøðuflokkarnir vinna valið og fáa meiriluta at skipa landsstýri. Ofta er ein flokkur við, sum hevur sitið í samgongu frammanundan - ella tveir, sum so fara saman við einum ella tveimum andstøðuflokkum og skipa nýggjan meiriluta.

Makrelsamgonga

Ikki tí, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava verið samdir um nøkur mál, nú teir hava sitið í andstøðu, og teir samstarvaðu eisini ta tíðina, makrelsamgongan sat.Men spurningurin er, um hesir tríggir flokkarnir - við úrslitinum frá veljarakanningini - eru til reiðar at fara til veljaram og saman bjóða seg fram sum eitt alternativ til sitandi samgongu.

Tað verður ein av spurningunum, teir tríggjar flokksformenninir, Høgni Hoydal í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen í Framsókn fáa í kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld. Bogi Godtfred er vertur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329