Geir Haarde fyri mannarættindadómstólin

Geir Haarde fyri mannarættindadómstólin
Dómurin móti fyrrverandi íslendska forsætisráðharranum endar nú í Strasbourg
 
28.11.2013 - 10:19

Evropeiski mannarættindadómstólurin í Strasbourg hevur boðað frá, at dómurin í málinum, har íslendska Altingið hevur stevnt fyrrverandi íslendska forsætisráðharranum, Geir Haarde, verður nú tikin til viðgerðar.

Geir Haarde varð dømdur sekur í einari av fýra ákærum, sum íslendska altingið hevði reist móti honum í Hægstarætti í Íslandi. Ákærurnar snúði seg um, at hann ikki hevði hildið skyldur sínar sum forsætisráðharri, sambært íslendsku grundlógini.

Íslendska stjórnin skal innan 6. mars næsta ár hava sent dómstólinum viðmerkingar um málið, skrivar heimasíðan hjá íslendska Morgunblaðnum, mbl.is.

Tað var í oktober í fjør, at Geir Haarde boðaði frá, at hann skjeyt dómin inn Mannarættindadómstólin í Strasbourg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985