SEV: Stóru virkini skulu gjalda meiri

SEV: Stóru virkini skulu gjalda meiri
Ætlanin er at hækka prísin hjá stóru ídnaðarkundunum fimm oyru kilowatt-tíman
 
29.11.2013 - 12:50

Stórir ídnaðarkundar hjá el-felagnum SEV, sum brúka nógvan streym, skulu gjalda fimm oyru meira fyri kilowatttíman á nýggjárinum.

Tað ætlar SEV, sum fyrrapartin hevur havt eykaaðalfund á Hotel Føroyum, í sambandi við at fíggjarætlanin fyri 2014 skal samtykkjast.

SEV ætlaði longu í fjør at hækka prísin hjá stórum ídnaðarkundum við 11 oyrum, men semja var ikki um tað. Í fjør hækkaði prísurin við seks oyrum. Men nú verður roynt at fáa fimm oyru løgd afturat.

20.000 kilowatt-tímar

Jákup Suni Lauritsen, formaður í stýrinum fyri SEV, sigur við tíðindaportalin IN.fo, at talan er um ídnaðarvirki, sum brúka meiri enn 20.000 kilowatt tímar um árið, ið nú skulu rinda meiri fyri streymin.

Hesi ídnaðarvirki fara, um broytingin verður samtykt,sostatt at gjalda eina krónu og 15 fyri kilowatt-tíman eftir 1. januar.

Einki uppskot er um, at prísurin hjá privatu húsarhaldunum hækkar. SEV væntar at hava tríggjar milliónur krónur í avlopi í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809