Broytingar verða í donsku stjórnini

Broytingar verða í donsku stjórnini
Politiskir eygleiðarar á Christiansborg siga, at seinni í dag fara floksleiðararnir í teimum trimum stjórnarflokkunum at viðgera fleiri broytingar
SF umhugsar at skifta onkran av sínum ráðharrum
 
11.12.2013 - 10:57

Ikki bert sessurin hjá Morten Bødskov, løgmálaráðharra, skal mannast av nýggjum.

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, sum var við til minningarhaldið fyri Nelson Mandela í Suðurafrika í gjár, kemur heimaftur í dag.

SF umhugsar at skifta onkran av sínum ráðharrum, og enn einaferð verður nevnt, at Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, skal hava ein avloysara. 

Søvndal er sjúkraskrivaður í løtuni, men fer eftir ætlan aftur til arbeiðis 20. desember.

Umhugsa sessin hjá uttanríkisráðharranum

Men sambært politisku eygleiðarunum á Christiansborg verður umhugsað, um SF skal varðveita uttanríkisráðharrasessin í stjórnini.

Men sambært upplýsingunum er eingin avgerð tikin enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065