Hevði ikki skotið Annfinn upp til kanningarstjóra

Hevði ikki skotið Annfinn upp til kanningarstjóra
Stjórin á løgtingsskrivstovuni heldur, at Annfinn Vitalis Hansen átti sjálvur at lagt kortini á borðið
 
10.01.2014 - 08:14

- Nei, tað hevði eg ikki.

Tað er stutta, men greiða svarið frá Súsonnu Danielsen, stjóra á Løgtingsskrivstovuni, tá hon verður spurd, um hon hevði skotið Annfinn Vitalis Hansen upp sum kanningarstjóra, um hon visti, at hann var í holt við at skriva undir sáttmála við CIP í juni í fjør.

Tað merkir, at Súsanna Danielsen heldur ikki, at Annfinn Vitalis Hansen er gegnigur at vera kanningarstjóri.

Súsanna Danielsen hevur fyrr sagt, at hon heldur tað ikki vera sín uppgávu at kanna, um Annfinn Vitalis Hansen var gegnigur til uppgávuna. Annfinn Vitalis Hansen skuldi sjálvur leggja kortini á borðið, hevur hon sagt.Annars hevur stjórin á Løgtingsskrivstovuni ongar viðmerkingar.

Annfinn heldur ongar viðmerking

Og tað hevur Annfinn Vitalis Hansen heldur ikki.

Klokkan 14.11 í gjár  ringdi útvarpið til hansara, men hann segði beinanvegin, at hann hevði ikki tíð at tosa tá.

Útvarpið spurdi, nær vit kundu ringja aftur, men hann svaraði, at tað visti hann ikki. Hann fekk ikki tosað júst tá, og legði hornið á.

Eftir fleiri sms-boð og uppringingar, svaraði Annfinn Vitalis Hansen um fimm tiðina seinnapartin í gjár, at hann sat á fundi og fekk ikki svarað. Annfinn Vitalis Hansen hevur kortini tosað við Norðlýsið, har hann sigur, at málið við CIP eru gomul tíðindi, sum longu eru viðgjørd í miðlunum.

Útvarpið ætlaði millum annað at spyrja Annfinn Vitalis Hansen, nær hetta málið er viðgjørt í fjølmiðlunum, tí tað var ikki fyrr enn í fyrrakvøldið, at útvarpið loksins fekk innlit í part av hesum máli, sum Annfinn Vitalis Hansen annars hevur skrivað trúnaðaravtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um.

Fleiri spurningar

Útvarpið ætlaði eisini at spyrja, um hann enn heldur seg vera gegnigan at gera kanningina,

- hví hann hevur sagt við Dag & Viku, at hann fyrr einki hevur havt at gjørt við málið um Skálafjarðartunnilin,

- hví hann ikki hevur boðað frá, at hann var í holt við at gera avtalu við CIP,

- um hann enn heldur, at pressan fær eina pannukøku at síggja út øðrvísi út í hesum málinum, sum hann hevur sagt við Sosialin.

- og um hann enn ætlar at standa á odda fyri kanningini, nú landsstýrismálanevndin sigur seg ikki hava álit á úrslitinum.

Men útvarpið hevur enn einki svar fingið.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519