Portugisi verður venjari í Havnar Svimjifelag

Portugisi verður venjari í Havnar Svimjifelag
Seinastu seks árini hevur hann vant portugisiska landsliðið
Rui Magalhaes venjari, sum byrjar í starvinum 1. februar, og Erling Eidesgaard, formaður í Havnar Svimjifelag
 
20.01.2014 - 09:50

Nevndin í Havnar Svimjifelag hevur gjørt sáttamála við Rui Magalhaes, boðar svimjifelagið frá í tíðindaskrivi. Portugisiski venjarin var tøkur á marknaðinum, eftir at hava vant portugisiska svimjilandsliðið seinastu seks árini.

Umframt landsliðsroyndir hevur nýggi venjarin royndir sum høvuðsvenjari í svimjifelagi í Lissabon í 16 ár.

Nýggi venjarin hevur longu havt møguleikan at vitja og eygleiða 15 kappsvimjarar hjá Havnar Svimjifelag, sum í seinastu viku vóru á venjingarlegu í Reykjavík. Rui Magalhaes byrjar í starvinum 1. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723