Roynist illa hjá útróðrarflotanum

Roynist illa hjá útróðrarflotanum
Desember var so vánaligur til veður, sum sjálvdan fyrr, og januar var einki mætari, sigur skiparin á Kallanes, Eyðólvur Vang, við Norðlýsið
Eyðólvur Vang, skipari á Kallanesi
Mynd: Norðlýsið  
 
12.02.2014 - 13:53

- Desember í fjør royndist so illa til veður, at eg minnist valla vánaligari desember. Og sama harða veðrið hevur hildið á allan januar eisini.

- Sera stutt hevur verið ímillum lágtrýstini og vit hava havt liggjandi lágætt við nógvum vindi og regni.

Tað sigur skiparin á útróðrarbátinum Kallanesi, Eyðólvur Vang, við Norðlýsið.

Størru útróðrarbátarnir hava ligið úr minni enn trýtusund pundum og upp í áttatúsund pund onkran hendinga túrin og tað gevur ov lítið.

Tað, sum kanska er eitt sindur hugaligt, er, at botnfiskurin sýntist standa sera neyvt í fjør, ímeðan tað í ár tykist sum um fiskur er at fáa nógvastaðni.

- Seinastu túrarnar hava vit fingið millum 4 og 6.000 pund, og tað er ov litið til at manningin fær nøktandi inntøku.

Nú verða kassarnir norðanfyri stongdir aftur, so tað sær onki út fyri framman heldur, sigur Eyðólvur Vang við Norðlýsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391