Faroe Petroleum: Íleggjarar fegnast um oljufundin

Faroe Petroleum: Íleggjarar fegnast um oljufundin
Partabrævið hjá Faroe Petroleum er fyrrapartin vaksið við góðum tíggju prosentum.
 
06.03.2014 - 10:44

Enn er óvist, um nakað spyrst burtur úr oljundinum í Pil-leitibrunnin í Norðurhavi.

Okkurt bendir tó á, at íleggjarar meta útlitini fyri útvinslu av olju og gassi verða góð.

Í øllum førum vaks virðið á partabrævinum hjá Faroe Petroleum, sum eigur fjórðingin í leitibrunninum, munandi fyrrapartin.

Klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin var partabrævið 118,50 pence vert. 

Tað er góð tíggju prosent meir enn virðið, tá keypsskálin í London lat aftur seinnapartin í gjár.

Úrslitini av boringunum í Pil-leitibrunninum koma væntandi um fáar vikur. 

Avgjørt er at gera eina útvinsluroynd. Verður úrslitið jaligt, verður ein síðusporsbrunnur boraður fyri at kanna, hvussu víður olju- og gassfundurin er.  

Pil er ein av trimum leiti- og metingarbrunnum, sum Faroe Petroleum er við í nú. Hinir eru Solberg, har eigur Faroe Petroleum 20 prosent, og Butch East í Norðsjónum, sum Faroe Petroleum eigur 15 prosent í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329