58 prosent reallønarvøkstur í Noregi

58 prosent reallønarvøkstur í Noregi
Vøksturin í reallønini í Noregi var 58 prosent frá 1995 til 2013. Samanborið við ein reallønarvøkstur sum var 10 prosent frá 1976 til 1995.
Í Noregi kunnu tey fegnast um vøksturin í reallønini seinastu árini. Frá 1995 til 2013 var reallønarvøksturin 58 prosent.
 
10.03.2014 - 09:23

Norska Kringvarpið hevur gjørt upp, hvussu nógv lønin hjá norðmonnum er hækkað seinastu árini, tí í dag byrja lønarsamraðingarnar í Noreg.

Norski granskarin, Ådne Cappelen sigur við NRK, at í Noreg kann man tosa um tey 19 vánaligu og 18 tey góðu árini, tá talan er um virksemi. 70ini og 80ini vóru ikki serliga góð, tí hóast lønin ikki hækkaði serliga nógv, so var neyðugt við lønar- og príssteðgi í 1979, fyri at løn og virksemi skuldu samsvara.

Gekk framá

Síðani í 1995 hevur bara gingið framá, og tað hevur havt við sær, at lønirnar eru nógv hækkaðar. Norski granskarin vísir á, at lønirnar eru nógv hægri í Noreg, enn í londunum sum Noreg samstarvar við, og tí er ilt at meta um, hvussu úrslitið av samráðingunum verður. Tí tað gongur væl í Noregi, arbeiðsloysið er lágt, yvirskot er á fíggjarlógini og í samhandlinum við onnur lond.

Tað einasta, sum kann vera ein trupulleiki, er, at Noreg má laga seg til broyttar umstøður, um oljuprísurin fellur, sigur Ådne Cappelen, granskari við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459