Ein millión bretar hava víkingaílegur
Ein millión bretar hava víkingaílegur
Ein umfatandi kromosomkanning av bretum vísir, at rættiliga nógvir bretar hava skandinaviskt víkingablóð í sær
930.000 núlivandi bretar eru beinleiðis eftirkomarar hjá víkingum, staðfestir ein nýggj ílegukanning, bretar hava gjørt
Mynd: (Tilvildarlig savnsmynd) sxc.hu
17.03.2014 - 11:23
Kanningin vísir, at 930.000 núlivandi bretar eru beinleiðis eftirkomarar hjá víkingum. Tað sæst í mynstrinum í einum y-kromosomi, ið so at siga ikki finst uttanfyri Skandinavia annars, men er funnið hjá áðurnevndu bretum.
Eisini á Orknoyggjum og norðanfyri í Skotlandi eru lutfalsliga nógvir eftirkomarar at finna. Tað eru einans menn, sum bera víkingablóðið í sær. Tað arvast frá faðir til son.
Granskingarúrslit kom óvart á granskararnar
Víkingar rændu ikki einans bretsku oyggjarnar fyri 1000 árum síðani. Nógvar búsetingar eru eisini at finna, sum vísa, at víkingar eisini búsettu seg á bretsku oyggjunum, eins og teir gjørdu her heima.
Tað er granskarar á Lærda háskúlanum í Edinburgh og á fyritøkuni Britains DNA, sum hava gjørt kanningarnar. Hugt var serliga eftir nøkrum kromosomvariantunum, sum eru teir somu sum finnast í Føroyum og í Íslandi og Norra, men ikki í Danmark.
Tað kom heldur óvart á granskararnar, at øgiliga lítið skandinaviskt víkingablóð var at finna í Írlandi.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770