- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA lopið á rakettstøðir í Iran

USA hevur lopið á iranskar rakettstøðir og minuleggingarskip, og amerikanska miðfyrisitingin, Centcom, kallar álopið sjálvverju.
Hetta veit Reuters at siga, sum endurgevur eitt embætisfólk í herinum, sum hevur tosað við Fox News.
- USA fer at verja sínar herdeildir, samstundis sum tað vísir tamarhald undir vápnahvíldini, sigur embætismaðurin.
Í nátt vóru fráboðanir úr Iran um spreingingar í býnum Bandar Abbas, men iranskir miðlar søgdu beint eftir, at tamarhald var á støðuni, og at eingin orsøk var til at stúra.
Vápnahvíldi kom í gildi 8. apríl.
Benjamin Netanyahu. (Mynd: AFP/Ritzau Sacnapix)
Ísrael herðir álop á Hisbollah
Meðan tað tykist ganga striltið í samráðingunum um frið millum USA og Iran, lovar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at herða álopini móti einum øðrum fígginda hjá USA.
- Ein týðandi dagføring frá mær til tykkum, skrivar hann á síni Telegram, har hann hevur lagt út eina sjónbandaupptøku.
Á upptøkuni lovar hann at herða álopini á Hisbollah í Libanon, sum Ísrael hevur mark við norðanfyri.
Netanyahu sigur, at Ísrael er í kríggi ímóti Hizbollah.



























