Russiskir hermenn fáa skuldarlætta

Russiskir hermenn fáa skuldarlætta
Hermenn og hjúnafelagar teirra kunnu fáa upp í 900.000 kr. í skuldarlætta, um teir binda seg at vera í herinum í minsta lagi eitt ár
Vladimir Putin, forseti, bjóðar nú russiskum hermonnum skuldarlætta.
Mynd: Alexander Nemenov/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.05.2026 - 08:13

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur skrivað undir eina kunngerð, um at nýggjir hermenn og familjur teirra skulu fáa skuldarlætta.

Tað boðar russiska stjórnin í Kreml frá, sambært tíðindastovuni Reuters.

Í einføldum frágreiðingum verða fólk, sum hava skrivað undir sáttmála við russiska verjumálaráðið frá 1. mai, leys av møguligari skuld heilt upp í 10 milliónir rublar, sum svara til nærum 900.000 krónur í okkara peningi. 

 

Binda seg í eitt ár

Sama er galdandi fyri hjúnafelagan hjá teimum.

Men hetta krevur, at nýggju hermenninir skriva undir sáttmála fyri í minsta lagi eitt ár í russiska herinum, stendur í fráboðanini.

Tiltakið er liður í royndini hjá Moskva at styrkja herin, og at fáa fleiri fólk til drúgva kríggið í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680