ST aðalskrivarin til Grønlands í næstu viku

ST aðalskrivarin til Grønlands í næstu viku
Ban Ki-moon skal hyggja at avleiðingunum, sum veðurlagsbroytingarnar hava við sær
Aleqa Hammond sleppur ikki einsamøll at taka ímóti Ban Ki Moon, tí Helle Thorning-Schmidt verður eisini hjástødd
Mynd: Savnsmynd  
 
21.03.2014 - 13:48

Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari, vitjar í Grønlandi í næstu viku. Danski forsætismálaráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, verður vertur á ferðini saman við grønlendsku landsstýriskvinnuni Alequ Hammond.

ST-aðalskrivarin skal síggja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum í Grønlandi áðrenn toppfundur verður í New York 23. september um veðurlagsbroytingarnar.

Fundurin er fyrsta stigið í enn eini roynd at fáa heimsins lond at semjast um at minka um útlátið av veðurlagsgassum.

Seinasta veruliga royndin at gera nakað við trupulleikarnar var á COP15 ráðstevnuni í Keypmannahavn í 2009. Tað eydnaðist tó ikki.

Toppfundurin í New York í september skal síggjast sum ein liður í enn einari veruligari roynd at fáa semju um at minka útlátið á næstu veðurlagsráðstevnuni, COP 19, ið verður í Paris í 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742