Russland fer at svara ES aftur

Russland fer at svara ES aftur
Tiltøkini, sum ES hevur sett í verk ímóti Russlandi verða svarað aftur, boðar russiska uttanríkisráðið frá
Tilsamans 33 fólk úr Russlandi og Ukraina eru nú á listanum, sum ferða- og virksemiðforboðið er galdandi fyri
 
22.03.2014 - 14:02

ES setti eina røð av nýggjum tiltøkum í verk í gjár. M.a. fingu 12 russarar og ukrainar forboð fyri at koma til ES lond samstundis sum forboð er sett fyri at teir kunnu hava virksemi í ES londum. Tilsamans 33 fólk úr Russlandi og Ukraina eru nú á listanum, sum ferða- og virksemiðforboðið er galdandi fyri.

- Tað er harmiligt, at ES hevur tikið hesi stig, sigur Alexander Luka-sjevitj, talsmaður í russiska uttanríkisráðnum. - Vit halda, at best man vera at venda aftur til skilagott samstarv, men Russland tilskilar sær rætt til at svara aftur upp á tað, sum rakar landið, sigur Alexander Lukasjevitj.

Danin, Karsten Jacob Møller, ið er serkønur í russiskum viðurskiftum sigur við Jyllands Postin, at tiltøkini koma ikki óvart á Russland. Tey eru so avmarkað, og í Russlandi vita Vladimir Putin forseti og stjórn hansara, at støðan fer at koma í rættlag aftur. Tað sóu vit í Georgia í 2008, sigur Karsten Jacob Møller.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290