Norskir fiskimenn svika við landingartølum

Norskir fiskimenn svika við landingartølum
Nýggj norsk kanning vísur, at umleið 40 prosent av norskum fiskimonnum og fiskakeyparum siga, at tað er í lagi at fiskivinnan svikar.
Norskir fiskimenn vátta í dokumentarsending hjá NRK, at teir snýta við m.a. landingartølunum.
 
26.03.2014 - 09:25

Fjøruti prosent upplýsa, at teir sjálvir svika og bróta reglurnar fyri sølu av toski.

Tað skrivar heimasíðan hjá norska kringvarpinum, NRK, og vísir til nýggja kanning, sum fiskivinnnugranskarar við Nofima í Tromsø hava gjørt.

Kanningin staðfestir, at innanfyri norska toskafiskiskapin verður svikað við tølunum fyri, hvussu nógvur fiskur verður landaður, og at fiskivinnan góðtekur, at tað verður svikað við nøgdini av fiski sum verður landaður.

Í fleiri ár hevur verið tosað um ólógligan fiskiskap og landing av toski. Fyri fyrstu ferð hevur ein kanning staðfest, at óreglusemi er í innan toskafiskiskapin.

Granskararnir hava fingið upplýsingar um mátarnar, sum verður nýttir til at svika. Fiskimenn og fiskakeyparar nýta serliga tríggir mátar tá teir svika:

- Partur av fiskinum verður seldur svart, og tað verður gjørt við at fiskimaðurin landar meira fisk til fiskakeyparan enn tað verður skrásett og upplýst fyri myndugleikunum.

- Myndugleikarnir fáa heldur ongar upplýsingar um vánaligan fisk. Tann fiskurin hvørvur bara.

Og fiskakeyparar brúka ein annan hátt at rokna út vektina á fiskinum, - ein hátt, sum er í stríð við lógarverkið, - og soleiðis verður minni av fiski skrásettur, enn lógin áleggur teimum.

Granskararnir á Nofima sendu út spurnarblað til fiskimenn og fiskakeyparar í norsku fiskivinnuni, og 300 svaraðu. 60 prosent av teimum, sum svaraðu, siga seg ikki svika. Hinir siga, at teir svika fyri eitt til 5 prosent av veiðini. Spurdir um, hvussu nógvir fiskimenn og fiskakeyparar lata ikki inn røttu tølini, svara teir millum 5 og 20 prosent.

Granskarar hava ikki tøl fyri, hvussu umfatandi óreglusemið er. Men við dagsins prísi fyri tosk hava 5 prosent av toskakvotuni eitt virði upp á 150 miljónir norskar krónur um árið, vísir ein útrokning, sum NRK hevur gjørt.

- Tað er virðið, tá tað er rokna út frá fyrsta-honds-prísinum til fiskimannin, meðan marknaðarvirðið av sonevnda svarta fiskinum hevði verið størri. Sambært svarunum upp á spurnarblaðið, krevja fiskakeyparar ofta, at svikað verður við nøgdini ella at fiskimaðurin og keyparin saman svika við nøgdini, skrivar NRK.

Í sendingini Brennpunkt hjá NRK í gjárkvøldið var svik í norska toskafiskiskapinum viðgjørt. Í sendingini var samrøða við fiskimenn, sum søgdu, at fiskakeyparar snýta við vektini, tá teir taka móti fiski. Vigingarseðlarnir vísa mundandi minni enn fiskimaðurin sjálvur hevði mett, og í fleiri førum verður fiskurin mettur at vera vánaligari, enn hann í veruleikanum er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. desember
Árið í fer í fótbólti 2024
185690
Mánadag 30. desember
Sunnudagsdøgurðin
185677
Mánadag 30. desember
Morgunlestur mánadagur 30. desember 2025
185351
Sunnudag 29. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (2:2)
185668
Sunnudag 29. desember
Bolero - 29. desember 2024
185657
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984