- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendsku standmyndirnar fáa ikki frið í útlondum
Steinunn Þórarinsdóttir sýnir í løtuni fram 26 standmyndir av menniskja-figurum við yvirskriftini "Mørk". Standmyndirnar standa ymsastaðni í Grant Park í Chicago.
13 ára gamli drongurin skal hava sproytað máling á 18 standmyndir og skriva ólesiligar bókstavir á tær, skrivar Chicago Tribune.
Drongurin kann verða dømdur at rinda 300 dollarar í bót, fyri at hava framt herverkini, og upp í 10.000 dollarar fyri at hava framt herverk móti almennum ognum, skrivar Chicago Tribune í dag.
Í Føroyum
Talan er um somu standmyndir, sum vóru settar upp í Viðarlundini, á Vaglinum og uttanfyri Norðurlandahúsið í Havn, og herverk varð eisini framt móti teimum tá.
Í august vórðu standmyndirnar so fluttar úr Føroyum til Chicago. Har hava ókendir gerningsmenn um vikuskiftið sproytað máling á 18 standmyndir og skrivað ólesiligar bókstavir á tær, skrivar Chicago Tribune. Herverkið er meldað til løgregluna í Chicago.
Vakt øsing
Málið hevur fingið nógva umrøðu og hevur vakt øsing í Chicago.
Eftir ætlan skuldu standmyndirnar longu verið tiknar niður, men sambært Chicago Tribune, avgjørdi Steinunn Þórarinsdóttir at lata tær standa til oktober í ár, tí framsýningin hevur verið so vælumtókt.
Skaðar umdømið hjá Chicago
Leiðarin fyri Grant Park sigur við Chicago Tribune, at herverkini skaða umdømið hjá býnum.
- Vit hava stríðst fyri at fáa standmyndirnar higar, og tí harmar tað meg almikið at síggja at herverk er framt móti teimum.
Standmyndirnar hjá Steinunn Þórarinsdóttir hava fyrr verið framsýndar í øðrum londum, men í Føroyum var tað fyrstu ferð, at tær ikki hava fingið frið. Ein standmynd er tó framvegis eftir í Føroyum. Hon situr á einum beinki á Vaglinum í Havn.