Makrelur kann seljast til ES

Makrelur kann seljast til ES
100.000 tons av makreli kunnu seljast til ES, sigur ein talsmaður fyri samveldið
 
09.04.2014 - 09:24

100.000 tons av føroyskum makreli sleppa á ES-marknaðin í ár.

Makrelur, sum føroysk skip fiska í ES-sjógvi og í norskum sjógvi, kann seljast í ES, hóast ES-boykottið móti Føroyum stendur við.

Tað sigur ein talsmaður hjá ES við heimasíðuna Undercurrent News.com.

Føroyar kunnu fiska góð 45.000 tons av makreli í ES-sjógvi í ár og 54.700 tons í norskum sjógvi.

Gagnnýta føroysk skip hesar møguleikar, rakar ES-boykottið bara triðingin av føroysku makrelkvotuni í ár, tað eru góð 55.000 tons, sum ikki sleppa á ES-marknaðin.

Men ES-handilsforðingarnar, sum komu 28.august í fjør, eru framvegis galdandi fyri makrel og sild, sum eru fiskað í føroyskum sjógvi, sigur ES-talsmaðurin.

Orsøkin til, at føroyskur makrelur nú aftur kann seljast í ES, er tann, at handilsforðingarnar eru fyrst og fremst galdandi fyri norðhavssild.

Men ES sigur, at makrelur er hjáveiða, tá sild verður fiskað, og tí eru handilsforðingarnar eisini galdandi fyri makrel, men sambært Undercurrent News bara fyri makrel, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Tí sambært ES-talsmanninum ber til at fiska makrel "reint", tað er uttan at hava sild sum hjáveiðu.

Føroyar eru heldur ikki í ár við í semjuni millum strandarlondini um norðhavssildina.

Og tí er líkt til, at ES boykottið heldur fram, tí sambært ES fiska Føroyar ikki sild burðardygt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425