Gerry Adams verður avhoyrdur um morð

Gerry Adams verður avhoyrdur um morð
Norðurírski republikanski leiðarin verður settur í samband við eitt tað mest umrødda morðið, ið IRA framdi undir vápnaða stríðnum
 
04.05.2014 - 12:13

Norður-írski republikanski leiðarin Gerry Adams, hevur verið í politi-varðhaldi nú í fýra dagar, har hann verður avhoyrdur um eitt morð í 1972, sum IRA stóð aftanfyri.

Tað ljóðar, at avhoyringarnar hava vart upp í 17 tímar hvønn dagin.

Talan er um morðið á Jean McCon-ville, eina einkju við tíggju børnum, sum fyri eygunum á børnun sínum varð burturflutt úr heimi sínum og fyribeind.

Tað skal IRA hava gjørt, tí Jean McCon-ville var undir illgruna fyri at hava latið bretska hervaldinum í Norður-írlandi upplýsingar. Tað er seinni kannað og prógvað, at hon var ósek.

Líkið av Jean McConville var funnið á eini strond í 2003 - tredivu ár eftir at hon hvarv. Nógv fólk doyðu í vápnaða stíðnum í Norðurírlandi, men hetta er eitt tað kendasta og mest umrødda morðið frá hesi tíðini.

Gerry Adams sigur seg einki hava við morðið at gera. Hann sigur, at tað var skeivt av IRA at taka Jean Mc Conville av døgum og krógva líkið.

Handtøkan gongur út klokkan sjey í kvøld, og tá skal løgreglan taka støðu til, um ákæra skal reisast móti Gerry Adams. 

Martin McGuinness, varamaður Gerry Adams og norðurírskur varaforsætisráðharri, hevur fordømt handtøkuna. Hann sigur, at handtøkan er politisk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945