Skipari á vanlukkuferju ákærdur

Skipari á vanlukkuferju ákærdur
Skiparin á koreansku ferjuni, ið sakk 16. apríl, er nú ákærdur fyri manndráp, skriva koreanskir miðlar
Lee Joon-Seok (í miðjuni), skipari á suður koreansku ferjuni, ið sakk 16. apríl, er nú ákærdur fyri manndráp, tí hann rýmdi av skipinum, tá tað sakk
Mynd: AP

15.05.2014 - 15:05

68 ára gamli skiparin, Lee Joon-Seok, er ákærdur fyri at rýma av søkkandi skipunum, samstundis sum hann gav ferðafólkunum boð um ikki at fara av skipinum, sigur koreanska tíðindastovan Yonhap.

281 ferðafólk lótu lív 16. apríl, tá ferjan koppaði. 23 fólk eru ongantíð komin afturíaftur. Flestu ferðafólkini vóru miðnámsskúlanæmingar, sum vóru á veg út á eina frítíðaroyggj.

Fleiri av manningini á ákærubeinkinum

Skiparin er ikki einsamallur á ákærubeinkinum. Maskinmeistarin og fyrsti og annar stýrmaður eru eisini ákærdir fyri manndráp. Revsingin er í ringasta føri lívstíð, verða teir dømdir sekir.

11 aðrir av manningini eru ákærdir fyri vansketni. 172 av ferðafólkunum sluppu frá vanlukkuni við lívinum. Skipið sakk, tá tað av ókendum orsøkum brádliga fór í annað borðið.

Hálvtómir barlasttangar og farmur rósaðu, og tí holvdist skipið, vísir ein kanning, sum myndugleikarnir hava gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290