Bergur Poulsen verður formaður í tunnilsfelagnum

Bergur Poulsen verður formaður í tunnilsfelagnum
Fyrrverandi stjórin á Havsbrún, Bergur Poulsen, verður formaður í tunnilsfelagnum, ið skal gera, eiga og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og fyrrverandi stjóri á Havsbrún, verður formaður í nýggja tunnilsfelagnum, ið skel gera, eiga og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
Mynd: KvF  
 
19.05.2014 - 14:33

Nú verður partafelagið, ið skal gera, eiga og reka størstu tunnilsætlanina í Føroyum stovnað. Formaður í nýggja felagnum verður Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Hini, í nevndini fyri nýggja tunnilsfelagið, eru Evy Jacobsen, næstformaður, nevndarlimirnir eru Ewald Kjølbro, Petur Alberg Lamhauge, Marita Hentze, Christian Danielsen og Gunnvá á Lofti.

Søkja eftir stjóra í næstum

Felagið fer í næstum at søkja eftir stjóra at leiða virksemi felagsins. Nevndin roknar við, at stjóri er settur innan 3 mánaðir. Fíggjarmálaráðharrin hevur góðkent at nevndarsamsýningin verður 4.000 kr. um mánaðin til vanligan nevndarlim

Næstformaðurin fær hálva aðru ferðir hesa upphædd og formaðurin tvær ferðir upphæddina. Aðalfundurin hevur valt Numo til grannskoðara. Grannskoðanin av nýggja partafelagnum varð boðin út á keypsportal.fo. Inn komu trý tilboð, og lægsta tilboðið átti Numo Grannskoðanarvirki.

Landið setur tilsamans 400 milliónir kr. í felagið, hetta til 2024. Tær fyrstu 15 milliónirnar setur landið í felagið longu í ár og tær seinastu hálvthundrað milliónirnar um tíggju ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632