ES-milliónir til Ukraina

ES-milliónir til Ukraina
ES-nevndin hevur goldið umleið 750 milliónir krónur í láni til Ukraina. Avtalan skal góðkennast í ukrainska tinginum
ES-nevndin letur nú Ukraina 750 milliónir krónur í láni til Ukraina
Mynd: freeimages.com  
 
22.05.2014 - 10:20

<p>Hetta er fyrsta gjaldið í einum lánspakka, sum væntandi verður goldin næstu vikurnar. ES játtaði í mars Ukraina 12 milliardir krónur í fíggjarligum stuðli, men bíðað hevur verið eftir, at ukrainsku myndugleikarnir gjørdu avtalu við altjóða gjaldoyragrunnin, IMF.</p>

<p>Avtalan við altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, er nú fingin í lag, men avtalan skal eisini góðkennast í ukrainska tinginum. Tá tað er gjørt, verða tær umleið 750 milliónir krónurnar útgoldnar Ukraina.</p>

<p>Virkandi ES-nevndarlimurin í búskaparmálum, Siim Kallas, hevur verið í Ukraina og havt fund við myndugleikarnar har um búskaparliga stuðulin og nýskipanirnar, sum eru treytin fyri hjálpini úr ES.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523