Spanski kongurin leggur frá sær

Spanski kongurin leggur frá sær
Neyðugt verður at broyta grundlógina, so Felipe pinsur kann gerast nýggjur kongur
 
02.06.2014 - 10:36

Juan Carlos kongur í Spania fer at leggja frá sær.

Tað upplýsir Mariano Rajoy, forsætisráðharri.

Sambært forsætisráðharranum verður neyðugt at broyta grundlógina, so tann 76 ara gamli kongurin kann lata yngsta barninum og einasta soninum, Felipe prinsi, trónuna. Hann er 46 ara gamal.

Undirtøkan minkað

Juan Carlos hevði stóra undirtøku í fólkinum, tá hann tók við valdinum eftir Franco, generali, sum var einaræðisharri. Men seinastu árini hava fleiri gølur rakt kongshúsið, og tí er undirtøkan minkað. 

Í 2012 fóru kongurin til Afrika at ferðast, samstundis sum Spania var í djúpari búskaparligari kreppu. Dóttir hansara, Cristina prinsessa, er eisini vavd upp í eina gølu um svik og mutur, og tað hevur gjørt umdømi hjá kongshúsinum uppaftur verri. 

Ein kanning í februar vísti, at 62 prosent av teimum spurdu søgdu, at 76 ára gamli Juan Carlos eigur at leggja frá sær og lata soninum trónuna. 

Heilsuveikur

Juan Carlos hevur verið heilsuveikur seinastu árini, og hann hevur fingið fleiri mjadnaskurðviðgerð. Hann hevur verið kongur í Spania í 39 ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290