Væleydnaður leiklistarskúli

Væleydnaður leiklistarskúli
Farna vikuskiftið varð árliga tiltakið hjá Leiklistaskúla Føroya hildið á Føroya Fólkaháskúla
Leiklistarskúli Føroya skipaði farna vikuskiftið fyri fýra ymiskum skeiðum
Mynd: maf.fo  
 
03.06.2014 - 12:24

Leiklistarskúli Føroya hevur enn einaferð havt eitt væleydna skeið. Endamálið er at viðka um áhugan fyri leiklistini við dygdargóðum skeiðum.

Lærarar við altjóða royndum undirvístu

Fýra verkstovur vóru, sum allar sjálvandi eru neyðugar skulu sjónleikir gerast veruleiki. Allir lærararnir hava drúgvar royndir á hvør sínum øki, og eru virknir bæði í egnum landi og uttanlands.

At skriva til pall er sjálsagt ein sera týðandi partur í allari tilgongdini, leikritið er oftast fyrsta stigið. Hesa verkstovuna leiddi Oddfríður Marni Rasmussen.

Scenografiin/pallnyndin skal í mesta mun stuðla søgugongdini, umframt at loysa allar praktiskar trupulleikar, og lærarin á hesi scenografi-verkstovuni var Sámal Blak.

Tveir lærarar úr Íslandi vóru eisini: Áugústa Skúladóttir undirvísti í leiklist, og Sigrun Valbergsdóttir undirvísti í leikstjórn.

Fara uttanlands við sjónleikunum

Hóast tíðin var knøpp, so kom væl burturúr. Tað eydnaðist at gera og spæla fýra stuttar leikir.

Ætlanin er at gera meira burturúr leikunum við ljósið og ljóðið og øðrum tillagingum. Tí í heyst verður stevna í Íslandi fyri nýskrivaðar leikir, og ætlanin er, at føroyingar eisini skulu luttaka við leikum, sum eru gjørdir á Leiklistarskúla Føroya.

Tað eru MáF, Meginfelag fyri áhugaleikarar í Føroyum, og Føroya Fólkaháskúli, sum samskipa og standa fyri skeiðunum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523