Golfvøllurin: Mugu semjast um endurgjaldið fyrst

Golfvøllurin: Mugu semjast um endurgjaldið fyrst
Búnaðarstovan fær ikki tikið lendið frá festaranum, fyrr enn landsstýrið og Tórshavnar kommuna eru samd um endurgjaldið
Á Búnaðastovuni fáa tey einki gjørt við lendið á Glyvursnesi, fyrr enn endurgjaldsspurningurin er avgreiddur
 
24.06.2014 - 14:17

Búnaðarstovan fær ikki avgreitt lendið á Gluvurnesi, sum Tórshavnar kommuna skal leiga til golfvøll, fyrr enn kommunan og landsstýrið eru samd um endurgjaldið.

Í øllum førum skal endurgjaldið vera greitt, áðrenn lendið verður tikið frá festaranum. Og Búnaðarstovan hevur eingi boð fingið um endurgjaldið.

Sambært lógini um landsjørð kann Búnaðarstovan taka aftur nýtslurætt frá festara til lendi og leiga kommunu lendið til almannagagnligt endamál.

Skulu rinda endurgjald

Men kommunan skal rinda endurgjald fyri millum annað vetrarbit og annan fíggjarligan miss hjá festaranum. Og Tórshavnar kommuna vil hava landið at vera við í endurgjaldinum.  

Landsstýrið er, sum skilst, sinnað at vera við, men spurningurin er ikki avgreiddur enn.

Skulu Føroyar fáa Oyggjaleikirnar í 2019, er brúk fyri einum golfvølli, tí sum er kunnu Føroyar bara bjóða 11 ítróttargreinar, men kravið er 12 greinar. Leygardagin verður avgjørt á aðalfundi hjá Oyggjaleikasambandinum, um Føroyar fáa leikirnar í 2019.

    

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672