Ísland: Misskiljing, at nógv nøvn verða vrakað

Ísland: Misskiljing, at nógv nøvn verða vrakað
Vit góðkenna nógv, og vraka fá, sigur forkvinnan í íslendsku navnanevndini, Ágústa Þorbergsdóttir
 
13.07.2014 - 15:41

Nógv kjak hevur verið í Íslandi um íslendsku navnalóggávuna seinastu tíðina í samband við, at ein 15 ára gomla Blær Bjarkadóttir vildi hava navn sítt skrásett hjá íslendska fólkayvirlitinum. Hon hevur alt sítt lív itið "genta" Bjarkadóttir, tí navnið er ikki í samsvar við navnalóggávuna.

Og í farna mánaði var eitt líknandi mál, har ein 10 ára gomul genta ikki sleppur at eita Harriet. Málið kom fram, tí Harriet skuldi hava pass, men fekk tað ikki, tí myndugleikarnir útflýggja ikki pass til persónar, sum ikki hava góðkent navn.

Smidlig navnalóg

- Okkara ynski er, at flestu nøvn verða góðkend. Lógin er smidlig, og flestu nøvn verða eisini góðkend, og fá verða vrakað, sigur forkvinnan í íslendsku navnanenvdini, Ágústa Þorbergsdóttir, í samrøðu við Morgunblaðið.

Nevndin góðkendi herfyri fornøvnini Krumma, Gill, og Christa við C, og millumnavnið Eskfjørð. Hinvegin vann fornavnið Íshak ikki frama í navnanevndini og varð vrakað, tí tað fylgir ikki við íslendsku navnalóggávuna, skrivar Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985