Julian Assange verður møguliga frælsur maður í dag

Julian Assange verður møguliga frælsur maður í dag
Býarrætturin í svenska høvuðsstaðnum, Stokhólm, viðgerð í dag, um Assange, stovnarin av WikiLeaks, framvegis skal verða eftirlýstir í Svøríki
 
16.07.2014 - 10:55

Verður eftirlýsingin strikað, verður 43 ára gamli Assange frælsur maður aftur. Hann hevur síðani 2010 verið eftirlýstur í Svøríki fyri neyðtøku og kynsligan ágang móti tveimum kvinnum. Assange noktar seg sekan.

Hægsti dómstólur í Bretlandi gjørdi í mai 2012 av, at Assange skuldi útflýggjast Svøríki, og tá søkti hann sær skjól á sendistovuni hjá Ekvador í London, og hevur hildið til har síðani. Rættarfundurin byrjar klokkan 12 okkara tíð.

Verða boðini um handtøku strikað, verður eftirlýsingin eftir Assange í Interpol eisini strikað, og sostatt kann hann fara av sendistovuni uttan at stúra fyri, um bretsk løgregla bíðar honum.

Dýrur drongur

Assange hevur kostað bretskum myndugleikum dýrt. 56 miljónir krónur er brúktar til varðhald uttanfyri sendistovuna allan sólarringin.

Julian Assange hevur millum annað likið loynilig skjøl frá krígnum í Irak og Afganistan.

Skjølini vórðu løgd út á heimasíðuna wikileaks.com.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221