Landssjúkrahúsið útbyggjast fyri hálva miljard

Landssjúkrahúsið útbyggjast fyri hálva miljard
Hetta byggistigið fevnir um nýggja medisinska seingjardeild, føðideild, psykiatriska deild, nýggjan køk og onnur høli
 
18.07.2014 - 10:34

Arbeitt hevur verið við nýggja H-bygninginum, sum skal byggjast oman móti sjóvarmálanum, niðanfyri núverandi sjúkrahúsbygningarnar. Hetta er risastór íløga, sum er partur av langtíðarætlan.

Hetta byggistigið fevnir um nýggja medisinska seingjardeild, føðideild, psykiatriska deild, nýggjan køk og onnur høli.

Liðugt í 2019

Tað eru Faerport II-samtakið – Selmar Nielsen, Árni Winther, Landsbyggifelagið og Sofus M. Jacobsen – sum hava fingið ráðgevarauppgávuna.

Sáttmálin var undirskrivaður í mars og sjálv verkætlanin skal bjóðast út um ársskiftið 2015-16. Kortini verður útgrevsturin boðin út í ár.

Útbyggingin er partur av samlaðu útbyggingini fram til 2019 uppá næstan hálva milliard krónur.

10.000 fermetrar skulu byggjast aftrat Landsssjúkrahúsinum í Havn- og eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt í februar 2019, skrivar ting.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985