Útlendingur druknaður á vestaru vág

Útlendingur druknaður á vestaru vág
Løgreglan fann tíðliga í morgin ein mann, um 60 ára aldur, liggja druknaðan á sjónum út fyri Tinganes - á vestaru vág
Ein norðmaður, um 60 ára aldur, varð í morgun funnin druknaður út fyri Tinganes á vestaru vág. Enn er ikki greitt, hví maðurin druknaði (tilvildarlig mynd)
Mynd: Arne List  
 
24.07.2014 - 12:10

Vakthavandi á politistøðini í Havn, Hallgrímur Hansen, sigur, at talan er um norðmann, sum er í ferðalagi saman við øðrum umborð á stuttleikabáti, sum liggur við bryggju í Vágsbotni.

Norska løgregan hevur fingið boðini, og skal kunna familjuna hjá manninum. Hini í ferðalagnum hava verið til avhoyringar á politistøðini í Havn. Út frá tí, sum vitnini hava sagt, hevur rúsdrekka ikki verið uppi í leikinum.

Hallgrímur Hansen sigur, at nú skulu umstøðurnar í málinum kannast, og enn kann tí ikki útilokast um nakað brotsverk er hent. Men hinvegin er einki sum bendi á tað.

Enn ógreitt hví maðurin druknaði

- Maðurin kann hava verið áhaldsin, tá hann var á veg umborð á bátin ella fingið dánilsi, sigur vakthavandi á politistøðini, Hallgrímur Hansen, við Kringvarpið.

Løgreglan hevur sett seg í samband við norsku heilsmyndugleikarnar um heilsustøðuna hjá manninum. Nú skulu avvarðandi hjá manninum gera av, um tey vilja hava líkið flutt til Noregs. Um so er, skal eitt sonevnt "lík-pass" gerast.

Annars verður maðurin jarðaður í Føroyum. Líksýn verður í morgin, fríggjadagin, og tá verður staðfest, um neyðugt verður við líkskurði eisini, sigur Hallgrímur Hansen, vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139