Gongur væl hjá føroyskum telvarum á talvolympiadu

Gongur væl hjá føroyskum telvarum á talvolympiadu
Føroyar vunnu 3-1 á Sýrialandi í fimta umfari á talvolympiaduni í Tromsø í gjár. Sigurin er tann triði hjá føroyska talvlandsliðnum í kappingini
Tríggjar sigrar og Føroyar hava otað seg fram sum nummar 53 í røðini av teimum 177 londunum í kappingini. Tað er úrtøkan higartil á talvolympiaduni í Tromsø
Mynd: chess24.com  
 
07.08.2014 - 07:38

Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen vunnu síni talv, men John Rødgård tapti sítt talv á talvolympiaduni, ið er í Tromsø í hesum døgum.

Sigurin ber í sær, at Føroyar hava otað seg fram sum nummar 53 í røðini av teimum 177 londunum í almennu kappingini. Í løtuni hava vit trý norðurlond aftanfyri okkum; Svøríki, Danmark og Finnland.

Tað verður eitt annað norðurland - Ísland - sum vit møta í næsta umfari, sum verður í morgin, fríggjadagin. Í dag er frídagur hjá telvarunum í Tromsø. Kappingin endar 14. august, tá ellinta og seinasta umfar verður telvað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672