Nógv minni uppsjóvarfiskur higartil enn í fjør

Nógv minni uppsjóvarfiskur higartil enn í fjør
Fortreytirnar fyri fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild eru øðrvísi í ár
Higartil í ár hava føroysk skip fiskað 15.000 tons av makreli
 
07.08.2014 - 07:00

Nogv minni er higartil fiskað av makreli og norðhavssild í ár enn hesa tíðina í fjør.

15.000 tons av makreli eru fiskað higartil í ár. Tann 6.august í fjør var makrelveiðan komin upp í 55.000 tons sambært tølum hjá Vørn.

Knappliga 1200 tons av norðhavssild eru fiskað í ár. Í fjør var talið 33.400 tons.

Fiskiskapurin byrjaði nógv seinni í ár, og í fjør var sildakvotan nógv størri enn hon er í ár.

Og í ár sleppa skipini eisini at fiska aðra staðni enn í føroyskum sjógvi. Tí hevur tað ikki skund at fiska, meðan fiskurin er í føroyskum sjógv. 

Mett verður eisini, at betri prísur fæst fyri makrel, sum verður fiskaður í norskum sjógvi í heyst.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320