Føroyar og Ísland eiga nú russiska marknaðin

Føroyar og Ísland eiga nú russiska marknaðin
Ísland er ikki á svartalista hjá Putin, hóast íslendska stjórnin finst at russiska politikkinum í Ukreina og stuðlar tiltøkum móti Russlandi
Putin hevur ikki Ísland á sínum svartalista
 
08.08.2014 - 07:15

Føroyar og Ísland eiga nú russiska marknaðin fyri fisk. 

Men ikki er væntandi, at prísurin hækkar ella eftirspurningurin veksur, nú Russland hevur sett millum annað ES og Noreg forboð fyri at selja Russlandi matvørur. 

Tað sigur Friðleifur Friðleifsson, sølustjóri hjá Iceland Seafood, við íslendska kringvarpið, RUV.

Ísland ikki á svartalista

Ísland var í gjár ikki á listanum við londum, sum Russland ikki vil keypa frá í eitt ár. 

Íslendska Uttanríkisráðið fekk staðfest longu í gjár, at handilsbannið hjá Russlandi umfatar ikki Ísland, hóast íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, staðiliga og oftari enn eina ferð alment hevur stuðlað Ukreina móti Russlandi. 

Og íslendska ríkisstjórnin tók eisini undir við tiltøkunum móti Russlandi, tá Russland tók Krim.

Eingin príshækking 

Friðleifur Friðleifsson í Iceland Seafood sigur við RUV, at sleppur Ísland undan revsingini hjá Russlandi, verður tað ein stórur fyrimunur hjá íslendska fiskaútflutninginum.  

Ísland útflutti fyri 900 mió. kr. til Russlands í fjør, helvtin var makrelur.

Hetta næsta árið eiga Ísland og Føroyar russiska marknaðin, sigur Friðleifur Friðleifsson. 

Men hann væntar ikki príshækkingar ella størri eftirspurning fyri tað, tí londini, sum nú eru útilokað, sleppa fram at aftur russiska marknaðinum um eitt ár.  

Óvissa um Føroyar 

Í gjár var ikki greitt, um Føroyar eru millum londini, sum ikki sleppa at selja Russlandi matvørur í eitt ár. Danmark er í ES og tí kunnu Føroyar, sum partur av danska ríkinum, møguliga telja við sum Danmark í russiska banninum. 

Landsstýrið kannaði hetta í gjár, men enn er eingin niðurstøða.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770