- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófriður tikið seg upp í amerikonskum býi

Samanbrestirnir koma í kjalarvørrinum á eini hending seinasta vikuskifti, tá løgreglan í býnum skeyt ein tannáring, sum doyði av løstunum.
Brynjað løgreglulið koyra í gøtunum, og aðru náttina á rað hava samanbrestir verið millum mótmælisfólk og løgreglu, skrivar tíðindastovan Ritzau.
Ymiskar frágreiðingar um hendingina
Handlar í býnum Ferguson eru rændir og løgreglan sæst mannsterk í vælvardum manningarvognum, í eini roynd at basa samanbrestunum í gøtunum.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at løgreglan kendi seg noydda at skjóta 18 ára gamla drongin í sjálvverju. Sjónarváttar eru kortini ikki samdir.
Eitt vitni - ið fylgdist við 18 ára gamla manninum, ið løgreglan skeyt - sigur, at maðurin var verjuleysur, og at tað tískil ikki var neyðugt hjá løgregluni at skjóta mannin.