Roykbumbur í Ferguson

Roykbumbur í Ferguson
Eitt mótmælisfólk var sært av skotum frá løgregluni í morgun, og sjey fólk vórðu handtikin
 
17.08.2014 - 13:44

Løgreglan í býum Ferguson í amerikanska statinum Missouri hevur blakað roykbumbur eftir mótmælisfólki, ið ikki virða útgongubannið, sum guvernørurin í statinum setti í gildi á miðnátt, skriva tíðindastovurnar úr amerikanska býnum.

Eitt mótmælisfólk varð sært av skotum frá løgregluni í morgun, og sjey fólk vórðu handtikin.

Mótmælisfólk hava verið á gøtunum í Ferguson síðan seinasta leygardag, eftir at løgreglan skjeyt og drap ein 18 ára gamlan littan drong. Mótmælisfólkini halda, at løgreglan skjeyt drongin, tí hann var littur.

Enn er tó ógreitt, hvat ítøkiliga fór fram, tá drongurin varð skotin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723