Rok í Íslandi um makrelsemjuna

Rok í Íslandi um makrelsemjuna
Bæði andstøðupolitikarar og fakfelagsfólk siga, at Ísland hevur slakað alt ov nógv. Og ES, sum ikki er við í semjuni, hóttir við tiltøkum
Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, uttanríkisráðharri, ráðførdi seg ikki við uttanríkisnevndina í altinginum um makrelsemjuna.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
18.12.2025 - 08:24

Í Íslandi er framvegis rok um makrelsemjuna, sum Ísland er við í.

Uttanríkisráðharrin ráðførdi seg ikki við uttanlandsnevndina hjá altinginum um semjuna.

Ísland, sum hevði 16,5 prosent, áðrenn semjan var gjørd, fór niður í 12,5 prosent í semjuni.

Eins og í Føroyum eigur ráðharrin at ráðføra seg við uttanlandsnevndina - hon eitur uttanrikisnevndin í altinginum - um týðandi uttanríkismál.

Bæði andstøðupolitikarar og fakfelagsfólk siga, at Ísland hevur slakað alt ov nógv í makrelsemjuni.

 

Felagið hjá teimum í ES, sum fiska uppsjóvarfisk, hevur heitt á ES um alt fyri eitt at taka stig móti londununum í makrelsemjuni.

 

Hótta við tiltøkum

Sambært norska blaðnum Klassekampen sendi fiskivinnustjórin hjá ES norsku stjórnini eina hóttan um revsitiltøk, nú makrelsemjan er gjørd.

Íslendski uttanríkisráðharrin, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, sigur við Morgunblaðið, at hon hevur ikki fingið slíka hóttan.    

Felagið hjá teimum í ES, sum fiska uppsjóvarfisk, hevur heitt á ES um alt fyri eitt at taka stig móti londununum í makrelsemjuni, tí tey hava ognað sær 80 prosent av heildarkvotuni.

Tey hava als ikki hugsað um ES ella Grønland. Og heldur ikki royna tey at forða fyri ránsveiðuni hjá Russlandi, sigur felagið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213