Illgruni um ebola í Berlin

Illgruni um ebola í Berlin
Ein arbeiðsávísing í Berlin er stongd fyri løtu síðan. Illgruni er um, at ein 30 ára gomul kvinna kann vera smittað við ebola
Ein kvinna small um fyrr í dag í eini arbeiðsávísing í Berlin. Illgruni er um, at kvinnan kann vera smittað við ebola-sjúkuni
Mynd: Berliner Morgenpost  
 
19.08.2014 - 13:28

Sambært Berliner Morgenpost, er ein 30 ára gomul kvinna smallin um í eini arbeiðsávísing í Prenzlauer Berg-økinum í Berlin, skrivar Berliner Morgenpost.

Løgreglan váttar, sambært Focus Online, at arbeiðsávísingin er stongd, tí óttast verður ebola-sjúkuna. Myndugleikarnir vilja ikki váttað illgrunan um hendingina í Berlin fyrr í dag.

- Vit eru komin til ta niðurstøðu, at talan er ikki bert er um beinkrím, men um okkurt, ið kann vera munandi verri enn tað, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar. Embætislæknin skal nú kanna kvinnuna.

Dagført: Myndugleikarnir í Týsklandi upplýstu seint týsdagin, at talan kortini ikki var um ebola-sjúkuna, sum óttast annars var, tá kvinnan small um fyrr á degnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763