500 skjálvtar í Bárðabungu og Dyngjujøkuli

500 skjálvtar í Bárðabungu og Dyngjujøkuli
Frá midnátt til klokkan 7 í morgun, eru umleið 500 skjálvtar skrásettir í Bárðabungu og Dyngjujøkuli í Íslandi. Einki eldgos er tó enn væntandi
 
24.08.2014 - 10:25

Tveir harðir jarðskjálvtar vórðu í Barðabungu og Dyngjujøkli í Íslandi í nátt. Annar skjálvtin var máldur til 5,3 á Ricther-stiganum, upplýsir Gunnar B. Guðmundsson, jarðfrøðingur á íslendska veðurstovninum. Skjálvtin var á 5.000 metra dýpi.

So harðir skjálvtar hava ikki verið máldir síðani 16. august.

Nógv virksemi er í skjálvtaøkinum. Frá midnátt til klokkan sjey í morgun vórðu umleið 500 skjálvtar í Bárðbungu og Dyngjujøkli.

Eitt kanningarlið hevur verið á flogi yvir jarðskjálvtaøkinum, men Magnus Tumi Guðmundsson, professari, sigur við íslendska kringvarpið, at í løtuni bendir einki á, at tað fer at goysa meiri.

Í gjár var tilbúgvingarstigið hækkað upp í reytt, tí eitt lítið gos var staðfest.

 

Les meira á RUV.IS - Mynd ruv.is

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763