- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldraøkið: Kommunur fáa inntøkur frá útisiglarum

Í lógaruppskotunum, sum eru send til hoyringar, stendur, at øll upphæddin, kommunurnar fáa frá landinum, eftir ætlan skal svara til útreiðslurnar, sum landið hevði havt, um landið framvegis umsat eldraøkið.
Fyri at røkka hesi upphædd, skjýtur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum upp at broyta fleiri lógir: rentutryggingarlógina, eftirlønarlógina og MVG-lógina, og eina nýggja lóg um endurgjald til kommunurnar.
Skotið verður upp, at kommunurnar fáa endurgjald frá landinum fyri inntøkurnar, sum tær missa, tí DIS-arar og FAS-arar rinda ikki kommununum skatt.
Í lógaruppskotinum stendur, at kommunurnar árliga fáa endurgoldið eina upphædd, ið áleið samsvarar við tann skattin, tær høvdu fingið, um inntøkan hjá FAS-arunum og DIS-arunum var fult skattskyldug í kommuni. Og skattaprosentið, sum verður nýtt at rokna upphæddina, er miðalskattaprosentið fyri allar kommunurnar í sama ári, sum frádrátturin verður roknaður.
Einki kemur úr DIS
Hvørki land ella kommunur fáa skattainntøkur frá skipum í DIS. Tí sambært avtalu við Danmark, rinda føroyingar, sum sigla við skipum í DIS-skipanini, hvørki skatt til landið ella kommunur. Landið fær hinvegin inntøkur úr FAS-skipanini. Tí tey, sum sigla við skipum í FAS, rinda 35 prosent í skatti av inntøkuni. Hesin skattur fer í landskassan, men hann verður tó ikki verandi har, tí hann verður borin aftur til reiðaravirkini.
Eisini verður skotið upp, at kommunurnar fáa endurgjald fyri tær inntøkurnar, tær missa av fiskimannafrádrátti og frádrátti í inntøku, sum føroyingar forvinna uttanlands.
Sum er, fáa fiskimenn skattalætta, sum er 14% av inntøkuni, upp í 470.000 krónur. Fólk, sum arbeiða uttanlands ella á útlendskum skipum, fáa eisini ein lætta. Hann er 30%, tó í mesta lagi upp í 120.000 kr..
Kommunurnar fáa sostatt endurgoldið tey 14 og 30 prosentini av skattainntøkunum, tær missa. Øll upphæddin, sum kommunurnar fáa av hesi skipanini, kann tó ikki roknast fyrr enn árið eftir, at frádráttirnir eru latnir, stendur í lógaruppskotinum.
Hitt lógaruppskotið snýr seg um broytingar í rentutryggingarlógini, eftirlønarlógini og MVG-lógini.
Skotið verður upp, at rentutryggingarlógin verður broytt soleiðis, at landið yvirtekur tann partin av avgjaldinum á kapitaleftirlønum, sum kommunurnar nú fáa. Sostatt fær landið sostatt alt avgjaldið í sambandi við útgald av kapitaleftirlønum.
Men eftirlønarlógin skal broytast, so ein ávísur partur av pensjónsinngjøldum verður lutaður til kommurnar eftir tali av borgarum, ið eru 67 ár ella eldri. Eisini skal lógin um meirvirðisgjald broytast soleiðis, at ein lutfalsligur partur av hesum avgjaldi verður fluttur kommununum eftir tali av borgarum 67 ár ella eldri. Í lógaruppskotinum er tó ikki útgreinað, hvussu nógv prosent av MVG-avgjaldinum verður latið kommununum.
Ymiskar figgjarligar avleiðingar
Í lógaruppskotinum stendur, at uppskotini fáa ymiskar fíggjarligar avleiðingar fyri einstøku kommunurnar. Mett verður at flestu kommunur fáa eina upphædd, ið er størri enn tann kostnaðurin, sum kommunan yvirtekur. Einstakar kommunur fáa tó eisini eina minni upphædd enn tað, ið kostnaðurin væntandi verður.
Orsøkin til hetta er, at misjvant er, hvussu kommunurnar eru fyri at átaka sær uppgávunar við heimatænastu og eldrarøkt v.m., og tí er ætlanin, at peningur verður latin kommununum á ein tílíkan hátt, at tær fíggjarliga verða latfalsliga meira javnt fyri at átaka sær uppgávurnar.
Og tað verður mett, at hetta kann gerast við at gevda kommununum endurgjald fyri ”miss” í sambandi við ymiskar skattligar serskipanir sum DIS, FAS, fiskimanna- og uttanlandsfrádrátt.



























