781-túsund atkvøddu fyri SvøríkiDemokratunum

781-túsund atkvøddu fyri SvøríkiDemokratunum
Fólk úr arbeiðarastættini, sum atkvøddu fyri Moderaterna seinast, atkvøddu ígjár fyri SvøríkiDemokratunum
Jimmie Åkesson, formaður fyri SvøríkiDemokratunum
 
15.09.2014 - 10:23

Einasti flokkur í Svøríki, sum er ímóti tilflytarum, SvøríkiDemokratarnir (SD), fekk dygga undirtøku á valinum til Ríkisdagin í gjár. Og stuðulin kemur frá fyrrverandi veljarum hjá Moderaterna, vísur ein veljarakanning, sum SVT gjørdi í gjár.

Øll, sum vórðu spurd í kanningini, skuldu, umframt flokk, eisini biðin um at seta kross fyri kyn, aldur og starv. Og tey, sum ikki vildu svara hesum spurningum, eru ikki við í talgrundarlagnum.

Tíggju prosent av teimum, sum svaraðu, eru menn, sum atkvøddu fyri SD. Tað er tvífalding, samanborið við 5 prosentini, sum flokkurin fekk á seinasta vali. Til samanberingar atkvøddu seks prosent av kvinnunum fyri SD.

Frá Moderaterna til SD

SD stjelur serliga veljarar frá Moderaterna. 

29 prosent av SD-veljarunum atkvøddu fyri flokkinum hjá Fredrik Reinfeldt fyri fýra árum síðani. 

Serliga eru tað veljarar, sum áður eru farnir frá Sosialdemokratunum til Moderaterna, sum nú einini venda teimum baki og atkvøða fyri SD.

Røkkur fleiri veljarabólkum

SD røkkur nú út til fleiri veljarabólkar, enn undanfarin val. 

- Í høvuðsheitinum fær flokkurin veljarar frá somu bólkum, sum áður, men ein útjavning fer fram, - serliga viðvíkjandi aldri. Fyrr hevur SD hava unga veljarafjøld, men nú síggja vit ikki stóran mun viðvíkjandi aldri. SD stendur líka sterkur í aldursbólkum, greiddi valgreinarin, Henrik Ekengren Oscarsson, frá í svenska ríkissjónvarpinum ígjárkvøldið.

Fyri fýra árum síðani vóru trý prosent av veljarunum hjá SD eldri enn 65 ár. Men nú er talið vaksið, - nú atkvøða átta prosent av veljarum, sum eru eldri enn 65, fyri SD.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945